Hósdagin varð kastað lut um, hvussu bólkarnir í fótbóltskappingunum á Betri Oyggjaleikunum 2027 skulu skipast. Føroyar verða við hjá bæði kvinnum og monnum
——————
Komandi summar, frá 3. til 9. juli, verða Føroyar vertir fyri Betri Oyggjaleikunum 2027. Hetta verða samstundis Oyggjaleikir nummar 21 í røðini, síðani leikirnir á fyrsta sinni vórðu hildnir á Isle of Man í 1985. Føroyar hava einaferð áður verið vertir fyri Oyggjaleikunum. Tað var í 1989.
Fótbóltur verður ein av teimum 14 ítróttagreinunum á leikunum, og Føroyar verða umboðaðar í bæði kvinnu- og mansfótbólti.
Hósdagin varð kastað lut um bólkabýtið í fótbóltskappingunum, og tað var eingin annar enn Kári Reynheim, sum stóð fyri lutakastinum.
Fyrrverandi landsliðsleikarin, sum skoraði tvey mál í 27 altjóða skrásettum A-landsdystum fyri Føroyar, hevur sjálvur roynt seg á Oyggjaleikunum. Hann var nevniliga partur av føroyska oyggjaleikalandsliðnum bæði í 1989 og 1991, og báðu ferð endaði tað við gulli til Føroyar.
Lutakastið háttaði seg soleiðis, at føroysku kvinnurnar komu í bólk A saman við Saaremaa, Álandi og Gozo, meðan menninir skulu spæla ímóti Frøya, Hetlandi og Western Isles.
Kvinnur
Bólkur A: Føroyar, Saaremaa, Áland og Gozo
Bólkur B: Isle of Man, Ynys Môn og Hetland
Bólkur C: Western Isles, Hitra og Jersey
Menn
Bólkur A: Føroyar, Frøya, Hetland og Western Isles
Bólkur B: Ynys Môn, Guernsey og Gozo
Bólkur C: Isle of Man, Grønland og Falklandsoyggjarnar
Bólkur D: Jersey, Áland og Alderney
Tilsamans verða 14 ítróttagreinar á skránni á Betri Oyggjaleikunum 2027. Umframt fótbólt verður kappast í badminton, bogaskjóting, borðtennis, fimleiki, flogbólti og sandflogbólti, frælsum ítrótti, judo, kurvabólti, skjóting, súkkling, svimjing, tennis og triatlon.