Hvør var besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í oktobur mánað? Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appini, og er opin til týskvøldið á midnátt

——————

Landskappingin í MeistaraDeildini hjá kvinnum endaði farna vikuskifti. KÍ vann føroyameistaraheitið, HB gjørdist nummar tvey, meðan Víkingur fór avstað við bronsukrónunum.

Men hvør var besti spælari í oktobur mánað?

Tær tilnevndu eru Birita Ryan úr KÍ, Evelin Mastropasqua úr 07 Vestur, og Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi.

Atkvøðugreiðslan fer fram í sona appini, og atkvøðast kann til týskvøldið á midnátt.