U17-landsliðið við gentum tapti allar tríggjar dystirnar í EM-undankappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Lettlandi

——————

– Vit eru sjálvandi skuffað av úrslitunum, tí vit høvdu vónað at fingið meira burtur úr hesi undankappingini.

Tað sigur Fannhard Skoradal, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping í Lettlandi. Føroyar vóru í bólki B3, saman við Estlandi, Lettlandi og Litava.

Í fyrsta dystinum, sum var ímóti Estlandi, taptu Føroyar 3-1. Føroyski málskjúttin var Sára Vang Justinussen. Fyri Litava og Lettlandi taptu Føroyar ávikavist 1-0 og 5-0.

– Serliga í teimum báðum fyrstu dystunum vístu vit fleiri góðar taktir og høvdu uppiborið meira, enn úrslitini vísa. Tí er eisini nógv positivt, sum vit kunnu taka við okkum og byggja víðari á, sigur Fannhard Skoradal.

Myndir: Sólrun Hendriksdóttir Sørensen