FSF hevur seinastu vikurnar kannað, um tað er undirtøka fyri, at leikarar koyra saman til dystir og barnakappingar kring landið

——————

Til seinastu U11-kappingarnar hjá gentum og dreingjum fingu feløgini møguleika at luttaka í eini royndarverkætlan, sum skuldi kanna, hvussu felags koyring til dystir og kappingar ávirkar upplivingina hjá børnum og foreldrum.

– Sjey feløg ynsktu at vera við í royndarverkætlanini, og gleða vit okkum at fáa nærri innlit í hesa upplivingina, sigur Fríða Næs, samskipari, ið samstundis leggur afturat, at endamálið er als ikki at útihýsa foreldraáskoðarunum.

– Tey eru vælkomin at luttaka á dystardøgunum. Endamálið er harafturímóti at kanna, um tað hevur jaliga ávirkan á trivnaðin hjá børnunum, at leikdagurin byrjar í bilinum.

Eftir heystfrítíðina verður skipað fyri verkstovu, har høvuðsvenjarar og venjarar hjá U11 gentum og dreingjum verða boðin at umrøða, um undirtøka er fyri at fara undir eina skipaða tilgongd á hesum økinum.

Í filmsupptøkunum niðanfyri greiða umboð fyri AB og Skála frá góðu royndunum av, at teirra spælarar koyrdu saman til dystir og kappingar kring landið.