Hvør var besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í septembur mánað? Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appina, sum er opin til fríggjakvøldið á midnátt
——————
Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi, Birna Mikkelsen hjá Skála, ella Durita Hummeland úr KÍ.
Á hvør sín hátt hava hesar tríggjar gjørt vart við seg og verið eyðsýndar í seinastu dystunum í MeistaraDeildini hjá kvinnum.
Nú eru tær tilnevndar heiðurin sum besti spælari í septembur.
Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appini, og er opin til fríggjakvøldið á midnátt.
Eftir landsliðssteðgin heldur landskappingin hjá kvinnum fram komandi vikuskifti. Í ovara bólkinum møtast KÍ og Víkingur, og Skála og HB, meðan einasti dysturin í niðara bólkinum verður á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur tekur móti ÍF.