Venjingarlegan í Slovenia gav venjaratoyminum møguleikan at síggja nýggjar spælarar og arbeiða við framrættaðum umstillingum undan EM-undankappingini í Serbia um eina góðan mánað

——————

U19-landsliðið við dreingjum er komið heim aftur úr Slovenia, har liðið seinastu dagarnar hevur verið á venjingarlegu. Á skránni vóru tríggir venjingardystir móti sterkari mótstøðu, og samstundis fekk venjaratoymið eitt gott innlit í fleiri spælarar undan EM-undankappingini, sum verður í Serbia frá 9. til 17. novembur.

– Eg eri væl nøgdur við venjingarleguna og tað, ið vit sóu undir dystunum. Fleiri avboð gjørdu, at vit hesferð fingu møguleikan at síggja uppaftur fleiri spælarar, og eg má ásanna, at kappingin um plássini til EM-undankappingina um ein mánað fer at vera hørð, sigur André Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Ein av høvuðsætlanunum við venjingarleguni var at arbeiða við framrættaðum umstillingum. Á hesum økinum heldur venjarin, at liðið tók týðilig stig rætta vegin, og hann fegnast serliga um, at arbeiðið eisini gav úrslit í dystunum.

– Tað gleðir meg, at vit sóu ymiskt aftur, sum vit høvdu arbeitt við. Hesaferð var stórt fokus á at gerast betur til at spæla framrættaðar umstillingar. At vit skoraðu trý mál upp á framrættaðar umstillingar í opnum spæli, gevur okkum mót upp á, at her er nakað at byggja víðari á.

Tá hugt verður at úrslitunum, var talan um tríggjar torførar uppgávur. Fyrsti dysturin var móti Írlandi, sum vann 5-0. Síðani spældu Føroyar móti vertstjóðini Slovenia, har føroyska liðið tapti 2-1 eftir ein javnan dyst við fleiri góðum løtum hjá Føroyum.

Í dystinum móti Slovenia var tað Markus Højgaard, sum stóð fyri føroyska málinum. Triði og síðsti dysturin var móti U20-landsliðnum hjá Sameindu Emirríkjunum, sum endaði 4-2 til Emirríkini. Málini gjørdu Markus Klein Danielsen og Ezra Lukama.

Næsta stóra avbjóðingin hjá føroyska U19-landsliðnum verður EM-undankappingin í Serbia í novembur, har mótstøðuliðini verða Serbia, Montenegro og Aserbadjan.

Myndir: Virgar Hvidbro