Teir næstan 3.000 áskoðararnir, ið vóru á Tórsvølli fríggjakvøldið, fingu ein góðan dyst, sum endaði við javnleiki 1-1. Slovakia var á odda í steðginum, men tá ein stórur tími var spældur javnaði Adrian Justinussen fyri Føroyar
——————
Í dýrdarveðri á Tórsvølli fríggjakvøldið eydnaðist tað føroyska manslandsliðnum at fáa eitt stig í UEFA Nations League dystinum ímóti Slovakia. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1.
Talan var um ein javnan dyst, og ilt var at fáa eyga á, at tað var nummar 45 ímóti nummar 125 á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA, ið møttust.
Slovakar komu á odda stutt fyri steðgin, tá ein føroyingur var óheppin at beina bóltin í egið mál.
Í seinna hálvleiki løgdu okkara menn fyri sum eitt óløgi, meðan hepni var við slovakunum. Álopini meir ella minni skolaðu oman yvir slovakiska málið, og fyrsta stóra ávaringin kom, tá Hanus Sørensen sendi eitt gott skot á stongina.
Í 66. minutti hoyknaðu slovakar í verjupartinum. Andrias Edmundsson sendi Áka Samuelsen avstað, ið legði bóltin fyri føturnar á Adriani Justinussen. Adrian var eirindarleysur, og við einum framúr góðum langskoti javnaði hann til 1-1.
Slovakar vóru heilt greitt ikki nøgdir við støðuna, og royndu at trýsta fyri at fáa meir enn ta eina stigið. Men lítið hjálpti. Mattias Lamhauge stóð væl í føroyska málinum, samstundis sum okkara menn spældu skilagott verjuspæl Harvið fingu liðini eitt stig í part.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Moldova 2-1 á útivølli ímóti Kasakstan.
Úrslitini í triða umfari hava við sær, at Slovakia er fremst við sjey stigum, Moldova hevur fýra stig, Føroyar trý, og aftast er Kasakstan við einum stigi.
Týsdagin í komandi viku verður spælt aftur. Føroyar møta Kasakstan á útivølli, og í Chisinau tekur Moldova ímóti Slovakia.
Myndir: Hans Erik Danielsen og Jóhanna Thomsen