Tað setur stór krøv til føroysku leikararnar at spæla fýra dystir uppá ellivu dagar. Men hópurin er væl fyri, sigur Magni Mohr, sum er kropsligur venjari hjá landsliðnum

——————

Í annaðkvøld klokkan 19:45 tekur manslandsliðið ímóti Slovakia á Tórsvølli. Dysturin er tann triði av fýra upp á ellivu dagar, ið setur stór krøv til leikararnar.

Men sambært kropsliga venjaranum, Magna Mohr, eru okkara menn væl fyri og topptrimmaðir til eina so krevjandi uppgávu.

Áðrenn síðstu venjingina undan dystinum ímóti slovakum, fekk FSF Varpið orðið á Magna Mohr.