Jákup Mortensen, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum í oktobur mánað skal til UEFA menningarkapping á Malta

——————

U15-landsliðið við gentum skal spæla tríggjar dystir, tá tær í oktobur mánað fara til Malta, har UEFA menningarkapping verður á skránni.

Umframt maltesisku vertirnar og Føroyar, vera Kosovo og Estland eisini við í kappingini, sum verður frá 12. til 20. oktobur.

Jákup Mortensen er venjari hjá U15-gentunum, og tær 18, sum eru boðsendar, eru hesar:
Amalia Høgnadóttir, 07 Vestur
Ruth Jógvansdóttir Gardar, 07 Vestur
Heiðrun Leo Vang, B36
Jóhanna Rúnadóttir Hvannastein, B36
Katrin Daniella Sunnleifsdóttir Olsen, B36
Astrið H. av Steinum, HB
Jastrid Petursdóttir Simonsen, HB
Vióla Levisdóttir Hanssen, HB
Amalia Elitha Bech Hjelm, FC Suðuroy
Eleonora Emilie Ánike Lambaa, ÍF
Emma Feilberg, ÍF
Gunhild Arge Joensen, KÍ
Ida Müller, KÍ
Rósa Fonn, Kí
Rebekka Skoradal, Skála
Maja Sólborg Dulavík Berg, Skála
Anna Sofía Leivsdóttir, Víkingur
Karin Hentze, Víkingur

Dystaskráin
14. okt. Kosovo – Føroyar (09:00)
16. okt. Føroyar – Estland (09:00)
19. okt. Malta – Føroyar (12:30)