Frá 25. septembur til 5. oktobur fer U19-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Slovenia, har tríggir venjingardystir eru á skránni. Umframt slovensku vertunum, skal liðið eisini møta Írlandi og Sameindu Emirríkjunum
——————
– Hetta verður ein spennandi avbjóðing, og samstundis eitt fínt høvi hjá spælarunum at vísa seg fram.
Tað sigur André Olsen, nýggi venjarin hjá U19-landsliðnum við dreingjum, sum seinni í mánaðinum fer til Slovenia, har venjingarlega og tríggir venjingardystir eru á skránni.
Umframt slovensku vertunum, skulu okkara dreingir eisini spæla ímóti Írlandi og Sameindu Emirríkjunum.
18 spælarar eru úttiknir til venjingarleguna, og av teimum eru fimm, sum hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti.
Hópurin
Tróndur Sjúrðarson, HB Tórshavn
Nóa Klein Joensen, Randers FC (Danmark)
Dennis Anghel, SønderjyskE (Danmark)
Jákup Kristiansson Poulsen, Esbjerg fB (Danmark)
Ørvur Isfeld, AB Argir
Jóel Tróndargjógv, NSÍ Runavík
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, FC Suðuroy
Magnus Pauli Thomsen, EB/Streymur
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Dánial Mørkøre, HB Tórshavn
John Ziska Joensen, KÍ Klaksvík
Ezra Lukama, KÍ Klaksvík
Sigurd Ulriksen, FC Helsingør (Danmark)
Páll Johannesen, FC Suðuroy
Markus Højgaard, Víkingur
Markus Klein Joensen, NSÍ Runavík
Edvard Falkenberg, HB Tórshavn
Jannik Borge, AC Amager (Danmark)
Venjingarlegan í Slovenia er samstundis ein týðandi liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Serbia frá 9. til 17. novembur. Tá vera mótstøðulondini Serbia, Montenegro og Aserbadjan.