Tað hevur fyrr verið møguligt hjá dagstovnum, frítíðarskúlum, fólkaskúlum og líknandi almennum stovnum at søkja um fígging til fótbóltsvirksemi frá FSF. Tað er eins og fyrr enn møguligt at søkja fígging til fótbóltsbreyt ella líknandi, men nú ber eisini til søkja um stuðul til einstøk tiltøk ella útgerð


Endamálið við stuðulsskipanini er at skapa heilsufremjandi tilboð, bæði kropsliga og kensluliga, har fótbóltur verður nýttur sum eitt sosialt og námsfrøðiligt amboð. Tilboðini skulu skapa trivnað og menna virðir, lívsførleikar og jalig sambond millum leikarar.

Fótbóltsvirksemið, sum verður stuðlað, skal leggja dent á luttøku, inklusjón og persónliga menning. Tiltøk og kappingar, har endamálið er at vinna og vera best, verða ikki stuðlaði.

Fyri skúlaárið 2026-2027 er freistin at søkja um fígging til regluligt virksemi 6. okober 2026, og fyri komandi skúlaár verður freistin 14. februar.

Stuðulskipanin er sett í verk saman við UEFA Football-in-Schools og skal lúka treytirnar í Hattrick IV reglugerðini hjá UEFA. Tiltøk og tilboð skulu tí vera í tráð við virðini í UEFA Grassroots Charter um barna- og breiddarfótbólt.

Les meir um stuðulsskipanina