Á árliga Ambassadørdegnum, sum Visit Faroe Islands skipaði fyri á Hotel Hafnia í gjár, fekk FSF ein serligan heiður
——————
“Størri og djarvari” var evnið á Ambassadørdegnum, sum Visit Faroe Islands skipaði fyri á Hotel Hafnia í gjár.
Fleiri áhugaverdari framløgur vóru á skránni, og dagurin endaði við at tríggir heiðrar – Ársins Ambassadør, Ársins Ambassadørátak, og ein serligur heiður – vórðu handaðir.
Serliga heiðurin frá Visit Faroe Islands fekk Fótbóltssamband Føroya. Heiðurin varð latin fyri EM-endaspælið fyri U17-landslið við gentum, sum var í Føroyum í mai í fjør.
Grundgevingin frá dómsnevndini er soljóðandi:
Við endaspælinum megnaði FSF at skipa eitt stórt altjóða ítróttartiltak á høgum stigi og samstundis brúka kappingina sum ein pall til at skapa varandi virði fyri føroyskan gentu- og kvinnufótbólt.
Í sambandi við endaspælið varð miðvíst arbeitt við at vekja áhugan hjá fleiri gentum fyri fótbólti og skapa fleiri møguleikar fyri luttøku. Við átøkum sum UEFA Playmakers og øðrum virksemi varð dentur lagdur á felagsskap, javnstøðu, og eina góða og inkluderandi inngongd til fótbóltin.
Ein týðandi partur av arbeiðinum hevur eisini verið at skapa og sjónliggera fyrimyndir. Tá gentur síggja aðrar gentur og kvinnur sum leikarar, venjarar og leiðarar, verður leiðin inn í fótbóltin sjónligari og nærri.
FSF verður tí heiðrað fyri eitt átak, sum ikki bert eydnaðist ómetaliga væl, meðan tað fór fram, men sum eisini hevur sett varandi virði og eitt týðandi grundarlag undir framtíðina hjá gentu- og kvinnufótbólti í Føroyum.
UArctic varð kosið Ársins Ambassadørátak, meðan kropsligi venjari hjá manslandsliðnum, Magni Mohr fekk heiðurin sum Ársins Ambassadør.
Magni Mohr er dekanur, pro-rektari fyri gransking og professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á Fróðskaparsetri Føroya.
Við stórum eldhuga, fakligari tyngd og sterkum altjóða sambondum, hevur Magni verið við til at seta føroyska gransking og Føroyar á heimskortið.
Hann hevði ein týðandi leiklut í arbeiðinum at fáa UArctic Congress 2026 til Føroya og at skapa karmarnar um størstu altjóða ráðstevnuna, sum higartil hevur verið hildin í Føroyum.
Ráðstevnan savnaði fleiri enn 1.400 granskarar, leiðarar, politisk umboð og samstarvsfelagar úr øllum heiminum. Í nakrar dagar vóru Føroyar miðdepil fyri altjóða kjaki um Arktis, hav, veðurlagsbroytingar, lívfrøðiligt margfeldi og burðardygga menning.
Magni Mohr fekk eisini ráðstevnuna Football is Medicine til Føroya í 2020. Hon varð sama ár kosin Ársins Ambassadørátak. Og longu nú liggja fleiri nýggjar altjóða ráðstevnur í kortunum.