Summarfótbóltur

Heimsmet í jonglering 

Tú kanst vera við, tá ið 20.000 fólk kring allan heimin fara at jongulera í 10 sekund, og harvið røkka málinum um at seta eitt Guinness met.  

Tiltakið verður á Tórsvølli 6. juni kl. 17.30 og málið er at fáa 100 luttakarar í Føroyum.  

Einasta kravið er, at luttakarin megnar at jongulera í 10 sekund, uttan at missa bóltin. 

So ert tú í aldrinum 12 ár og eldri, so hevur tú møguleika at taka lut í hesum sertaka tiltaki – gev gætur, at bólturin skal vera í std. 5, og at hetta er galdandi fyri allar luttakarar óansæð aldur.  

Tað er “først til mølle”, men fyri at tryggja eina breiða undirtøku, verður tilmeldingin skipað í ymiskar aldursbólkar og kyn. Freistin at melda til er týsdagin 2. juni.  

Kostnaður fyri luttøkuna er 100kr, og sum luttakari fært tú:  

  • Eitt skeyti, sum staðfestir luttøkuna í Guinnessmetinum 
  • Atgongd til privat tiltak, har landsdysturin millum Føroyar og Estland verður vístur 
  • Ábit og okkurt drekkandi 

Melda til tiltakið her

Fótbóltsdagar á Tórsvølli

Byrja summarfrítíðina við fótbóltsdøgum á Tórsvølli! Spæligleði og stuttleiki verður í hásæti, tá vit 25.-26. juni bjóða til fótbóltsdagar við dygdargóðari venjing, sum landsliðsvenjarar og aðrir dugnaligir FSF venjarar standa fyri.  

Fótbóltsdagarnir eru fyri gentur og dreingir í U9, U11 og U13. Hvør aldursbólkur hevur venjingar í tveir tímar hvønn dag, og tað er avmarkað pláss.  

Skráin fyri báðar dagarnar:  

U13: kl. 9.30 – 11.30 

U11: kl. 11.30 – 13.30 

U9: kl. 13.30 – 15.30 

Kostnaður fyri fótbóltsdagar er 200kr, og sum luttakari fært tú: 

  • Dygdargóða venjing við royndum venjarum 
  • Eina FSF Summarfótbólt t-shirt 
  • Frukt og okkurt drekkandi 

Melda til fótbóltsdagar her

Fótbóltsstevnur 

Summar og stevnur hoyra hvørjum øðrum til, og gjøgnum alt summar bjóðar FSF til fótbóltsstevnur kring landið. Fótbóltsstevnurnar eru fjølbroytt tiltøk, sum flyta seg kring landið og fevna um ymiskar aldursbólkar og útgávur av fótbóltsspælinum.  

Tú meldar teg til sum einstaklingur, verður partur av einum blandaðum liði, og so spæla vit fótbólt í ymiskum útgávum. Stutt og greitt, stuttligt og fjølbroytt. 

Kostnaður fyri fótbóltsstevnur er 50kr, og sum luttakari fært tú:  

  • Eina øðrvísi fótbóltsuppliving 
  • Møguleika fyri at møta øðrum spælarum kring landið 
  • Frukt og okkurt drekkandi 

Skráin fyri fótbóltsstevnur 2026:  

Hósdagin 9.7 kl. 14-16  U9  á Skála 

Hósdagin 16.7 kl. 10-12 U11 í Runavík 

Hósdagin 16.7 kl. 13-15 U13 í Runavík 

Mikudagin 22.7 kl. 11.30-13 U9 í Trongisvági 

Mikudagin 22.7 kl. 14-15.30 U11 í Trongisvági 

Mikudagin 22.7 kl. 16-17.30 U13 í Trongisvági 

Fríggjadagin 31.7 kl. 10-12 U9 í Hoyvík 

Hósdagin 6.8 kl.10-12 U11 í Klaksvík 

Hósdagin 6.8 kl.13-15 U13 í Klaksvík 

Tilmelding til stevnurnar letur upp tvær vikur áðrenn hvørja stevnu.

Tilmeldingin fer fram her

SummarPlaymakers 

Kom við til Disneyfótbólt, har vit fara at hugna okkum saman við stuttligum venjingum, góðum søgum og kreativum løtum á Tórsvølli! 

3.-5. august skipar FSF fyri Disney Playmakers fyri 7-9 ára gomlum gentum, sum ikki ganga til fótbólt frammanundan. Í venjingunum fylgja vit søgugongdini í Disneyfilminum ENCANTO, og millum venjingarnar hava vit máltíðir og stuttligar krea-løtur. Harumframt enda vit við at hyggja eftir Encanto saman.  

Kostnaður fyri SummarPlaymakers er 300kr, og sum luttakari fært tú:  

  • ​Átta stuttligar venjingar, har rørslugleði, lívsførleikar og grundleggjandi bóltførleikar eru í miðdeplinum 
  • Stuttligar krea-løtur við útgangsstøði í Encanto 
  • Millummálar allar dagarnar og miðmála triðja dagin 
  • Eina FSF Summarfótbólt t-shirt 
  • Møguleika fyri at møta nýggjum vinum úr øllum landinum 

Vegleiðandi skrá sæst niðanfyri. 

Melda til Summar PlayMakers her 

Mánadag 3.8 

9.30: Vælkomin – genturnar verða bólkaðar við venjarar, sum fylgja teimum allar dagarnar 

10.00: 1. kapittul: Familjan Madrigal 

10.50: Steðgur – vatn og frukt/millummáli 

11.00: 2. kapittul: Avbjóðingin hjá Mirabel 

11.50: Matarsteðgur – luttakarar hava matpakka við 

12.10: Krea-løta 

12.50: 3. kapittul: Bangin fyri at missa undrið 

13.40: Takk fyri í dag 

  

Týsdag 4.8 

09.45: Møta har, sum vit endaðu í gjár 

10.00: 4. kapittul: Sjónin hjá Bruno 

10.50: Steðgur – vatn og frukt/millummáli 

11.00: 5. kapittul: Goymistaðið hjá Bruno 

11.50: Matarsteðgur – luttakarar hava matpakka við 

12.10: Krea-løta 

12.50: 6. kapittul: Tann nýggja sjónin 

13.40: Takk fyri í dag 

  

Mikudagur 5.8 

09.45: Møta har, sum vit endaðu í gjár 

10.00: 7. kapittul: At finna Mirabel 

10.50: Steðgur – vatn og frukt/millummáli 

11.00: 8. kapittul: At byggja Casita og familjuna uppaftur 

11.50: Matarsteðgur – luttakarar fáa mat á Tórsvølli 

12.10: Krea-løta 

12.50: Vit vísa Encanto í Trinstovu 

14.30: Liðugt og takk fyri hesaferð