Kvinnulandsliðið leggur í løtuni alla orka í fyrireikingarnar til dystin móti Georgia, sum verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 17:00
——————
Farna týsdag tapti føroyska kvinnulandsliðið tepurt fyri Grikkalandi. Úrslitið gjørdist 3-2 til grikkar, eftir at støðan í hálvleikinum var javnleikur 1-1.
Men longu leygardagin klokkan 17:00 skulu føroysku kvinnurnar aftur í eldin, tá Georgia kemur á vitjan á Tórsvølli.
Áðrenn venjingina á middegi hósdagin fekk FSF varpið orðið á Duritu Hummeland, ið hevur góðar vónir til dystin móti Georgia.




