Nú er greitt, hvussu liðini møtast í fyrstu umførunum í steypakappingunum hjá bæði kvinnum og monnum

——————

Mikukvøldið var snotiliga Víkingahúsið í Sarpugerði í Norðragøtu karmur um lutakastið til fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið hjá kvinnum, og fyrsta umfar og fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið hjá monnum.

Tað var liðskiparin hjá KÍ og greipuvinnarin farna kappingarár, Jákup Biskopstø Andreasen, ið fekk heiðurin at trekkja.

Hjá kvinnum háttaði lutakastið seg soleiðis, at HB kom beinleiðis í hálvfinalurnar, meðan dystirnir í fyrsta umfari, sum verða spældir 20. og 21. mai, eru hesir: Skála – KÍ, B36 – 07 Vestur og NSÍ – Víkingur.

Hálvfinalurnar eru á skránni 22. og 23. august, og 2. og 3. septembur, meðan finalan í kappingini um Løgmanssteypið hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 19. septembur.

Hjá monnum verður fyrsta umfar spælt 15. og 16. apríl, og tá møtast liðini soleiðis: FC Suðuroy – B36, FC Hoyvík – TB, Víkingur – AB, KÍ – ÍF, EB/Streymur – NSÍ, HB – B71, B68 – MB og 07 Vestur – Skála.

Fjórðingsfinalurnar eru á skránni 29. apríl, og tær síggja soleiðis út: HB / B71 – FC Suðuroy / B36, Víkingur / AB – FC Hoyvík / TB, B68 / MB – KÍ / ÍF og 07 Vestur / Skála – EB/Streymur / NSÍ.

Hálvfinalurnar verða spældar 13. og 14 mai, og 24. og 25. juni, meðan finalan í steypakappingini hjá monnum verður leygardagin 5. septembur.

Yvirlit yvir allar steypakappingarnar sæst H E R