Pætur Smith Clementsen hevur kunngjørt tær 20, ið eru úttiknar til HM undankappingardystirnar móti Grikkalandi og Georgia, sum verða á Tórsvølli 14. og 18. apríl
Í apríl skulu føroysku kvinnurnar spæla tveir heimadystir í HM undankappingini. Okkara kvinnur taptu 2-0 í fyrsta dystinum ímóti einum sterkum griskum liði í mars mánaði. Fjórði og seinasti dystur í undankappingini verður í juni, tá Føroyar hitta Georgia á útivølli.
Á styrkislistanum hjá FIFA er Grikkaland nummar 60, meðan Georgia er nummar 124. Føroyar eru í løtuni nummar 112 av teimum 198 londunum, sum eru á listanum.
Hópurin til heimadystirnar 14. og 18. apríl
Gunnvá Lützen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Rúna Jacobsen, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Sara Samson Shaki, HB
Súsanna Laksáfoss Godtfred, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Sólja Ernstdóttir, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Anna Caroline Brændstrup , Gil Vicente (POR)
Ásla Johannesen , Piteå IF, (SVØ)
Fridrikka Maria Klementsen, ÍBV (ÍSL)




