FSF hevur orðað nakrar leiðreglur, ið skulu tryggja, at øll, serliga børn og ung sum spæla fótbólt – spælarar, venjarar, dómarar, hjálparfólk ella onnur – eru tryggjaði eitt trygt og virðiligt umhvørvi
——————
Fótbóltur kann vera kappingarsinnaður, harðrendur og ágangandi, og fyri nøkur kann tað gerast ov nógv – bæði kropsliga og sálarliga.
Í tí sambandi, og í samstarvi við ÍSF um átakið Tryggur Ítróttur, hevur Fótbóltssamband Føroya orðað ein politikk, ið serliga er ætlaður at verja børn og ung (0-18 ár).
Talan er um øll, uttan mun til um tey eru spælarar, venjarar, dómarar, hjálparfólk ella hava aðrar leiklutir í sambandi við dystir, kappingar ella onnur tiltøk, ið er fyriskipað av FSF ella limafeløgum hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Endamálið við politikkinum er at tryggja eitt trygt og virðiligt umhvørvi fyri øll sum luttaka í fótbólti – bæði børn, ung og vaksin. Karmarnir skulu tryggja, at øll kenna seg vælkomin, samstundis sum tey hava møguleika fyri at mennast – bæði persónliga og ítróttaliga.
H E R ber til at kunna seg meira um átakið Tryggur Ítróttur, og millum annað fáa vegleiðing um, hvussu feløg sjálvi kunnu orða sín egna trygd og trivnaðar politikk.




