Øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í ár, og sum ætla at skifta felag, skulu fáa hetta avgreitt í seinasta lagi í dag, fríggjadagin 13. mars klokkan 16:00. Tá letur flytingarvindeygað í Føroyum nevniliga aftur á hesum sinni

——————

Fríggjadagin 13. mars klokkan 16:00 letur flytingarvindeygað hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur.

Tað merkir, at øll, kvinnur og menn, gentur og dreingir, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2026, og sum ætla at skifta felag, skulu fáa hetta avgreitt, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur.

Í 2020 vórðu reglurnar í sambandi við flytan av spælarum millum feløg annars broyttar. Áðrenn tað var flytingarvindeygað bara galdandi fyri spælarar, ið vóru sáttmálabundnir.

Men seinastu fimm árini hava hesar reglur verið galdandi fyri øll, gentur og dreingir, kvinnur og menn, sum vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í kappingarárinum.

Síðsta freist at flyta millum feløg í hesum umfarinum er tískil komandi fríggjadag, sum er fríggjadagin 13. mars 2026 klokkan 16:00.

Í summar letur føroyska flytingarvindeygað upp aftur, og verður tá opið frá mánadegnum 15. juni til týsdagin 14. juli klokkan 16:00.