Um vikuskiftið var árliga barna- og ungdómsráðstevnan á skránni. Ein av luttakarunum var Eyðstein Jacobsen úr Hvalba.

——————

– Øll hava tað sama endamálið, og tað er at skapa nakað fyri ungdómin.

Tað sigur Eyðstein Jacobsen millum annað, tá FSF Varpið fekk orðið á hvalbingin, sum um vikuskiftið var ein av teimum næstan 90 luttakarunum, ið vóru á árligu barna- og ungdómsráðstevnuni hjá FSF.

– Eitt er, hvat er á skránni, men so hava steðgirnir eisini stóran týdning, tí tá verður tosað og sparrað millum venjarar og feløgini, og tað er altíð gevandi, sigur Eyðstein Jacobsen.