Fyribils venjarin hjá U17 landsliðnum við gentum, Fannhard Skoradal hevur úttikið hópin, ið skal umboða Føroyar í EM undankappingini sum verður í Slovenia frá 10. til 19. mars
——————
– Avbjóðingin er stór, men hetta er eisini ein spennandi uppgáva, og vit fara avstað við góðum treysti. Tað sigur Fannhard Skoradal, ið er settur sum fyribils venjari hjá U17 landsliðnum við gentum.
Um smáar tríggjar vikur leggja U17 genturnar leiðini til Slovenia, har EM undankapping er á skránni frá 10. til 19. mars. Umframt Føroyar og Slovenia, eru Belgia og Aserbadjan eisini í bólkinum.
Saman við hjálparvenjaranum, Duritu Svensdóttir, hevur Fannhard Skoradal úttikið 18 spælarar til kappingina í Slovenia. Teirra millum eru Kára Sigurðsson og Sara Benjaminsen, sum spæla í FC Nordsjællandi, og Hanna Ellefsen, ið spælir fyri HB Køge í Danmark.
Hópurin
Madi Elsipa Luisa Hansen, 07 Vestur
Ragnhild Magnusson, B36
Lilja Debess av Teigum, B36
Lilja Eiriksdóttir Højsted, B71
Naomi Hansen, FC Suðuroy
Elin Elmelund Hansen, HB
Aleksandra Zachariassen, KÍ
Erikka Sigurðsson, KÍ
Elisabeth Bjartalíð, KÍ
Emma Charlotta Knudsen, NSÍ
Anna Katrina Poulsen, Skála ÍF
Rakul Maria Rasmussen, Skála ÍF
Tóra við Gil, Víkingur
Lív Pálsdóttir, Víkingur
Sára Vang Justinussen, Víkingur
Kára Sigurðsson, FC Nordsjælland
Sara Benjaminsen, FC Nordsjælland
Hanna Ellefsen, HB Køge
Dystaskráin
12. mars Føroyar – Slovenia á Brezice Stadion
15. mars Belgia – Føroyar á Brezice Stadion
18. mars Aserbadjan – Føroyar á Matije Gubca Stadion




