UEFA menningarkapping í Føroyum

Í døgunum 27. februar til 4. mars verður Fótbóltssamband Føroya vertur fyri UEFA menningarkapping fyri U16/U17 landslið við dreingjum. Spælararnir eru føddir í 2010.

Dystaskrá
DatoKlokkanDysturÚrslit
27. feb.15:30Føroyar – Bosnia H.1-3
27. feb.19:30Estland – Ísland1-5
1. mars12:15Ísland – Bosnia H.5-7 (3-3)*
1. mars15:00Estland – Føroyar5-4 (1-1)*
4. mars11:00Bosnia H. – Estland5-1
4. mars15:00Føroyar – Ísland2-7

* Eftir brotssparkskapping

Støðan
#DMMStig
1Bosnia H.315-78
2Ísland317-107
3Estland37-142
4Føroyar37-151

———

Stroyming
Allir dystirnir verða stroymdir beinleiðis á YouTube rásini hjá FSF, og kunnu eisini síggjast á Rás 1 í Televarpinum.

Atgongumerki
Vaksin 50 kr. / Børn (0-17 ár) Ókeypis (tó verður heitt á børn og ung um at skráseta seg fyri einum atgongumerki).

Atgongumerki, ið er galdandi fyri báðar dystirnar á degnum, fáast í nethandilinum á FSF.fo. Um keypt verður til allar tríggjar dagarnar, verður bara eitt avgreiðslugjald kravt.

———

Dagført 4. mars 2026