Fríggjadagin skipaðu ÍSF og Setrið fyri spennandi ítróttaráðstevnu, sum var hildin í Kongshøll í Havn. Á skránni vóru fyrilestrar, framløgur og kjak, og ein teirra, ið var boðin við, var venjarin hjá manslandsliðnum í fótbólti, Eyðun Klakstein
Í sínari framløgu á Ítróttarráðstevnuni greiddi Eyðun Klakstein frá, hvussu Føroyar bjóða teimum stóru av í altjóða fótbólti, og hví avrikini og úrslitini í fjør vóru serliga góð.
Føroyska A-landsliðið við monnum hevur á stuttum tíðarskeiði ment ein greiðan samleika, sum byggir á samstarv, stríðsvilja og taktiska disiplin, og hetta hevur lyft liðið upp á eitt nýtt altjóða stig
Seinastu 15 mánaðirnar hava venjararnir, Eyðun Klakstein og Atli Gregersen arbeitt miðvíst við at skapa ein stíl, sum hóskar til okkara stødd og styrkir. Liðið stendur seg væl ímóti sterkari londum, og úrslitini vísa, at væl skipaður felagsskapur kann flyta fjøll.
Søguligi samleikin hjá føroyingum – at stríðast ímóti mótbrekku og ongantíð gevast – er grundarsteinur undir leikháttinum, sum byggir á væl skipað verjuspæl, málsøkið álopsspæl, seigan stríðsvilja og trúgv uppá, at tað kann bera til – eisini tað, sum ikki skuldi borið til.
– Vit liva av, at 1+1 kann verða 3. Tí við samanhaldi og stríðsvilja kunnu vit sum lið skapa stór avrik. Okkara styrki er í samstarvinum, og tað liggur í okkum. Frá familjunum, úr bygdunum, í felagsskapunum. Og í okkara vælferðarsamfelag, sum byggir á felagsskapsandan.
Flóðalda av tøkni, data, vitlíki og telduskipanum skolar eisini inn yvir fótbóltin. Alt verður mált og mátað, vigað og vektað, greinað og gjøgnumgingið. Og ongantíð áður hava so nógvir serfrøðingar verið í fótbólti.
– Fótbóltur er sum so nógv annað. Hann er eisini merktur av rákum og av móta – og av fiksum hugskotum og skjótum loysnum. Og tað kann vera trupult at standa ímóti flóðalduni av tøkni og data. Men Føroyar mugu støðugt meta um, hvat er týdningarmikið, og hvat er líkamikið fyri okkum.
– Vit mugu finna okkara egna máta at spæla fótbólt uppá – og ikki lata okkum lokka at gera nakað annað, bara tí at tað er frammi í tíðini og kann virka smart og spennandi. Vit verða noydd at umhugsa okkum væl og spyrja okkum sjálvi: Hvussu kunnu vit spæla ein dyst við størst møguleika fyri at vinna? Og tað verður ikki alla tíðina uppá samba- og sjampanjufótbólt. Tað verður við at brúka okkara grundleggjandi styrkir: Hart arbeiði, treiskni og samstarv.
Tølini í farnu HM-undankapping tala fyri seg: Føroyar vunnu 4 dystir, fingu 12 stig, skoraðu 11 mál, fingu 9 ímóti og høvdu +2 í málmuni — hetta var nógv tað besta avrikið í einari HM ella EM undankapping. Manslandsliðið var nærri einum endaspæli, enn tað nakrantíð áður hevur verið. Tá ið vit klára okkum so væl, sum vit gjørdu í fjør, komu vit í nánd av einum endaspæli – sum annars hevur verið púra óhugsandi. Men treytin fyri, at vit skulu koma í eitt endaspæl, er, at tað skal minst líka gott avrik til næstu ferð.
– Avbjóðingin er risastór. Møguleikarnir eru kanska smáir. Men vit trúgva uppá tað – og vit fara eftir tí! Viðhvørt kann tað bera til – eisini tað, sum ikki skuldi borið til, segði Eyðun Klakstein.
Myndir: Hans Erik Danielsen



