Venjarin hjá U19 gentunum, Sigtór Petersen hevur úttikið 21 leikarar til venjingardystirnar móti Sámalandi, sum vera á Tórsvølli hósdagin 29. og leygardagin 31. januar

——————

– Eg kenni ikki so nógv til mótstøðuna, sum vit skulu møta hesaferð, men eg vænti kortini at tær hava eitt ávíst støði. Vit fara so undir ongum umstøðum at taka lætt upp á hesa uppgávuna – als ikki.

Tað sigur venjarin hjá U19 landsliðnum við gentum, Sigtór Petersen, nú føroyska liðið skal spæla tveir venjingardystir móti Sámalandi. Dystirnir verða á Tórsvølli hósdagin 29. januar klokkan 17:00, og leygardagin 31. januar klokkan 13:00.

Fyri føroyska U19 landsliðið eru dystirnir móti sámunum góð fyrireiking til EM undankappingina, sum verður í Litava í apríl.

– Í EM skulu vit møta Kosovo, Litava og Moldova. Tað kemur tískil væl við, at vit nú kunnu savna hópin til nakrar venjingar og tveir góðar venjingardystir, sigur Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

Tær 21, ið eru boðsendar til dystirnar móti Sámalandi, eru hesar:
Bjørk Akselsen, 07 Vestur
Sofía Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Jakobina Bergsdóttir, HB
Lý Gray Djurhuus, HB
Ró Gray Djurhuus, HB
Tóra Vatnhamar Olsen, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Brá Zakariasardóttir, HB
Helga Mikkelsen, NSÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Alda Petersen, Skála ÍF
Ingrið Berg Rasmussen, Skála ÍF
Karla Sjóstein, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Birita Mohr, KÍ
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Mirjam Skoralíð, Víkingur
Jóhanna Gaard, Víkingur
Sára Kristiansen, HB Køge (Danmark)
Halla Morgan Ejdesgaard, Fortuna Hjørring (Danmark)

Hósdagin 29. januar
Kl. 17:00 Føroyar – Sámaland á Tórsvølli

Leygardagin 31. januar
Kl. 13:00 Føroyar – Sámaland á Tórsvølli

Sámar, ella sámafólkið, halda til í Sámalandi, sum er eitt stórt landaøki í Norður-Evropa, ið fevnir um Norðurnoreg, Finnland og Svøríki, umframt ein part av Russlandi.

Sámaland er ikki eitt sjálvstøðugt land, men tey hava sína egnu mentan, søgu og siðir, og hava eisini sítt egið mál, sum stórur partur av fólkinum tosar.