Lutakastið til EM fyri landslið við U17 gentum hevur verið í Nyon í Sveis í dag. Liðskiparin á føroyska U17 landsliðnum Halla Morgan Ejdesgaard var við til lutakastið
Í mai mánaði í ár vóru Føroyar vertir fyri EM endaspælinum hjá U17 gentum, tá vunnu føroysku genturnar Respect and FairPlay steypið. Halla Morgan Ejdesgaard, sum var føroyskur liðskipari til endaspælið í ár, var í Nyon í dag og tók ímóti steypinum.
Føroyski liðskiparin fekk eisini heiðurin at luttaka í lutakastinum. Hon dróg øll londini úr pottinum, bæði til League A og B. Og til bólkin hjá Føroyum dróg Halla Belgia, Slovenia og Aserbadjan.
Føroyska U17 landsliðið spælir í League B og skal spæla sínar dystir á vári 2026. Tá spæla tær fyri at flyta upp í League A.
Lutakastið til EM undankappingina hjá U19 gentum var eisini avgreitt í dag. Føroyar endaðu í bólki B2, saman við Kosovo, Litava og Moldova. Kappingin verður í Litava 12. til 18. apríl.
Trýst her fyri at síggja lutakastið





