Dystaskráin fyri HM-undankappingina hjá kvinnulandsliðnum er nú klár. Føroyar byrja á útivølli móti Grikkalandi leygardagin 7. mars 2026
Tíðliga komandi ár verður sjøtul settur á HM-undankappingina hjá kvinnum. Føroyar eru í bólki C4 saman við Grikkalandi og Georgia. Tilsamans fýra dystir eru á skránni, og endaliga skráin er júst kunngjørd.
Føroysku kvinnurnar leggja fyri í Grikkalandi 7. mars, og ein góðan mánað seinni, spæla Føroyar tveir heimadystir, tann fyrri ímóti Grikkalandi og nakrar dagar seinni, er tað Georgia, sum vitjar á Tórsvølli. Seinasti dysturin í HM-undankappingini er á útivølli ímóti Georgia 5. juni.
Dystaskráin
07.03.2026 Grikkaland – Føroyar
14.04.2026 Føroyar – Grikkaland
18.04.2026 Føroyar – Georgia
05.06.2026 Georgia – Føroyar
HM-undankappingin er deild upp í tríggjar deildir – A, B og C. Føroyar eru í deild C. Teir fýra bólkavinnararnir í deild A spæla seg beinleiðis víðari í sjálvt endaspælið, meðan hini londini á deild A og bólkavinnarar og bestu 2’arar í deild B og C kunnu spæla seg víðari til endaspælið umvegis tvey play-off umfør.
UEFA hevur fingið tillutað 11 pláss til HM-endaspælið, sum verður í Brasilia á summri 2027.



