Við málum frá Mads Boe Mikkelsen og Páll Andrasson Klettskarð vann KÍ fríggjakvøldið 2-0 á Víkingi í finaluni um Løgmanssteypið
KÍ er greipuvinnari 2025. Tað gjørdist greitt fríggjakvøldið, tá klaksvíkingar frammanfyri næstan 3.600 áskoðarum vunnu 2-0 á Víkingi.
Mads Boe Mikkelsen legði KÍ á odda stutt fyri steðgin, og tá ein minuttur var spældur út yvir teir 90, slerdi málmaskinan hjá klaksvíkingum, Páll Andrasson Klettskarð sigurin fastan.
Harvið hevur KÍ vunnu greipuna, eftir at teir fyri einari viku síðani staðfestu føroyameistaraheitið. Seinast KÍ vann bæði FM og steypakappingina var í 1999.
Við sigrinum fríggjakvøldið eru teir kongabláu nú komnir upp á sjey steypasigrar tilsamans.
Aftaná dystin bleiv Odmar Færø hjá KÍ valdur til dagsins leikara.
Myndir: Jóhanna Thomsen og Andrei Vladut Antal



