Jóhan Josephsen javnaði eitt lítið korter fyri leiklok, men so settu sveisar ferðina upp, og vunnu at enda 3-1
Føroyska U21 landsliðið tapti týskvøldið 3-1 fyri Sveis. Í steðginum vóru gestirnir á odda 1-0 við máli sum Dion Kacuri skoraði tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin.
Stóran part av dystinum sótu sveisar á tí allar mesta, og vóru sum heild tryggir við bóltinum.
Føroyska liðið stríddist tó væl alla tíðina, og kom eisini til onkrar góðar støður. Hetta gav úrslit trettan minuttir fyri leiklok, tá Jóhan Josephsen javnaði fyri Føroyar. Áki Samuelsen sendi fríspark væl inn fyri, og umvegis eitt føroyskt høvd endaði bólturin hjá Jóhan, ið skallaði bóltin í netið.
Men gleðin var stokkut. Stóripinnur var nóg illa komin eina ferð runt, so lá bólturin aftur í føroyska málinum. Málskjútti var Liam Scott Chipperfield. Og fimm minuttir seinni fingu sveisar brotsspark, sum teir tó í fyrstu atløgu misnýttu. Hans Jákup Arngrímsson bjargaði, men Labinot Bajrami var fyrstur á returinum, og so var 3-1 til Sveis.
Eftir hetta fór luftin úr føroyska liðnum, meðan sveisar koyrdu ein tryggan 3-1 sigur heim.
Føroyar eru framvegis fremst í bólkinum við níggju stigum, meðan Sveis er á øðrum plássi við sjey stigum. Frankaríki hevur seks stig, Ísland og Estland hava tvey stig í part, og aftast er Luksemborg við einum stigi.
Næsti dystur verður um ein mánað, mánadagin 17. novembur, tá fransmenn taka ímóti á Des Alpes Stadion í Grenoble.
Myndir: Jóhanna Thomsen