Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum, hevur sett navn á teir ellivu, ið byrja á vøllinum móti Frankaríki
– Hetta verður ein av teimum størru avbjóðingunum – eingin ivi um tað. Fransmenn eru góðir, og vit skulu rokna við, at teir vera spælstýrandi. Men tað ræður eisini um at vit trúgva upp á okkum sjálvar, og vónandi ber til at fáa okkurt burturúr. Eitt stig hevði verið gott, og trý hevði verið heilt fantastiskt.
Tað sigur Ólavur Mikkelsen, venjari hjá føroyska U21 landsliðnum, sum seinnapartin í dag tekur ímóti Frankaríki á Djúpumýru í Klaksvík. Avspark verður klokkan 17:00.
Føroyar hava fingið eina flúgvandi byrjan upp á undankappigina til EM 2027, og eru á odda í bólkinum við fullum stigatali. Men samstundis skal havast í huga, at dysturin í dag er tann fyrsti hjá Frankaríki í hesari undankappingini, og tí er ilt at meta um, hvat teir fara at koma við.
Teir fyrstu ellivu, ið Ólavur Mikkelsen sendir á vøllin, eru hesir: Hans Jákup Arngrímsson verður í mál, og verjuna manna Hanus Højgaard, Jákup Vilhelmsen, Eivind Restorff Mouritsen, Ingi Arngrímsson og Virgar Jónsson. Á føroyska miðvøllinum byrja Heini Fossdalsá Sørensen, Mattias Hellisdal, Árni Nóa Atlason og Áki Samuelsen, og fremsti maður verður Jóhan Josephsen .
Á bonkinum sita Rasmus Olsen, Bjarti Thorleifsson, Jónas Prior, Aron Benjaminsen, Dávid Biskopstø Andreasen, Dávid Reynheim, Torkil Úlvur Jespersen Holm, Jógvan Kárason Gullfoss og Aron Reinert Hansen.