17 ára gamli havnamaðurin í Torino er klárur at taka ímóti fronsku kempunum. Hann trýr uppá, at góða gongdin hjá U21 landsliðnum fer at halda fram


Fríggjadagin klokkan 17:00 spæla Dávid Reynheim og hinir á U21-landsliðnum á Djúpumýru í Klaksvík ímóti Frankaríki.

Føroyar hava níggju stig og eru fremst í bólkinum, meðan hetta samstundis er fyrsti dystur hjá fransmonnum í hesari undankappingini.

FSF Varpið fekk orðið á Dávid Reynheim, sum stórtrívist í Torino, men tó gleðist hann um at vera aftur í Føroyum í landsliðsørindum.