Emil Grøn Pedersen úr HB varð sunnudagin kosin til besta spælara í Betrideildini hjá monnum í august


Fyri fyrstu ferð, síðani farið varð undir at velja besta spælara í mánaðinum, hevur ein útlendingur fingið heiðurin.

Tað var í Gundadali í gjár, undan dystinum millum HB og B36, tá Emil Grøn Pedersen úr HB var kosin til besta spælara í august mánað.

Emil Grøn Pedersen kom til føroyskan fótbólt í fjør, tá hann í 26 landskappingardystum skoraði 9 mál fyri 07 Vestur. Undan kappingarbyrjan í ár komu boð úr HB eftir norska áleyparinum, og hingartil hevur hann skotið 13 mál í 21 dystum í Betrideildini.

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og viðmerkjarar, ið velja besta spælara hvønn mánað, og tá talt var saman hesaferð hevur Emil Grøn Pedersen fingið nógv flestar atkvøður. Nummar tvey og trý vóru Árni Frederiksberg og Klæmint Andrasson Olsen.

Tað var Teitur Matras Gestsson, sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaði Emil Grøn Pedersen eitt gávubræv upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF.