Argjamenn tóku ikki av, og so gjørdist B36 steypavinnari í U21. Úrslitið gjørdist 3-0 til árstalsfelagið. Málskjúttarnir vóru Emil Hansen, Elias Johannesen og Tobias Hansen
Stóra steypafinaluvikuskiftið hjá FSF í yngru deildunum varð sparkað í gongd fríggjakvøldið, tá AB og B36 brustu saman í finaluni um U21 steypið.
Og hóast tað stóð 3-0 til B36, tá dómarin, Niklas Petersen floytaði av, so var talan um ein javnan dyst, og teir í AB hava alla orsøk at iðra seg.
Serliga í fyrra hálvleiki komu argjamenn til fleiri góðar málmøguleikar, men seinasti neyvleikin væntaði í, samstundis sum B36 málverjin, Daniel Borentzvige stóð ein góðan dyst.
Í staðin tók B36 av, og fimm minuttir eftir hvíldina legði Emil Hansen, ið eisini var valdur til dagsins spælara, árstalsfelagið á odda 1-0. Elias Johannesen økti eitt korter fyri leiklok, og í yvirtíðini staðfesti Tobias Hansen 3-0 sigurin.
Í morgin, leygardagin 13. septembur eru fimm steypafinalur á skránni á Tórsvølli. U13 dreingir leggja fyri klokkan 10, og síðani verður spælt uttan íhald til klokkan 19, tá steypafinalan hjá U17 dreingjum verður spæld.
U13 dreingir
Leygardagin 13. sept. kl. 10:00 (Víkingur – B36)
U13 gentur
Leygardagin 13. sept. kl. 11:30 (07 Vestur – B36)
U15 dreingir
Leygardagin 13. sept. kl. 13:00 (Víkingur – B36)
U16 gentur
Leygardagin 13. sept. kl. 16:00 (FCHoyvík – Skála)
U17 dreingir
Leygardagin 13. sept. kl. 19:00 (B36 – Víkingur)
Atgongumerki, ið eisini er ein lutaseðil, fáast til keyps við dyrnar, sum er við inngongd C. Kostnaðurin er einans 50 krónur fyri vaksin, meðan børn og ung (0-16) hava ókeypis atgongd.
Vinnarin av lutaseðilinum verður funnin mánadagin 15. septembur. Vinningurin er 2 atgongumerki til heimadystirnar hjá manslandsliðnum í oktobur, og tvær landsliðstroyggjur.
Myndir: Jóhanna Thomsen

Yvirlit yvir Tórsvøll. Í sambandi við steypafinalurnar hjá teimum yngru verður heitt á áskoðarar um at brúka inngongd C.