Ólavur Mikkelsen hevur sett liðið, ið byrjar ímóti Íslandi á Thrótturleikvøllinum í Reykjavík klokkan 18:00
Klokkan 18:00 byrjar U21 EM undankappingardysturin millum Ísland og Føroyar, sum verður spældur á Thrótturleikvøllinum í íslendska høvuðsstaðnum, Reykjavík.
Hópurin fór til Íslands mánadagin, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni.
Ólavur Mikkelsen er venjari hjá U21 landsliðnum, og teir fyrstu ellivu, ið verða sendir á vøllin, eru hesir:
Hans Jákup Arngrímsson verður í mál, og verjuna manna Hanus Højgaard, Ejvind Restorff Mouritsen, Ingi Arngrímsson, Jákup Vilhelmsen og Virgar Jónsson. Á føroyska miðvøllinum verða Heini Sørensen, Mattias Hellisdal, Árni Nóa Atlason og Áki Samuelsen, sum eisini er liðskipari, og fremsti maður verður Dávid Reynheim.
Eykamenn eru Rasmus Olsen, Torkil Úlvur Holm, Jónas Bjarnason Prior, Aron Reinert Hansen, Bjarti Thorleifsson, Dávid Biskopstø Andreasen, Aron Benjaminsen, Jógvan Gullfoss og Jóhan Josephsen.
U21 EM undankappingardysturin millum Ísland og Føroyar byrjar klokkan 18:00, og kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.