Klokkan 10 mánamorgunin fara Eyðun Klakstein og Ólavur Mikkelsen at kunngera hóparnar til komandi HM- og EM-uppgávur, sum verða fyrst í komandi mánað
Um smáar tvær vikur skulu U21 landsliðið og manslandsliðið í eldin aftur.
Hósdagin 4. septembur og týsdagin 9. septemur hevur U21 tvær EM uppgávur á skránni. Tann fyrra verður á Thrótturleikvøllinum í Reykjavík móti Íslandi, meðan hin seinna verður á Frontiere Stadion í Esch-sur-Alzette í Luksemborg.
Og meðan U21 skal spæla EM undankappingardystir, skal manslandsliðið spæla tveir HM undankappingardystir. Fríggjadagin 5. septembur kemur Kroatia á vitjan á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 8. septembur møtast Gibraltar og Føroyar á Europa Point stadion í Gibraltar.
Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 25. august klokkan 10:00. Á tíðindafundinum fara Ólavur Mikkelsen og Eyðun Klakstein at kunngera hóparnar til komandi EM og HM uppgávur.
Atgongumerki til landsdystin millum Føroyar og Kroatia, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 5. septembur klokkan 19:45, fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo.