Ein nýggj og spennandi ferð er byrjað fyri 16 eldhugaðar venjarar, sum nú eru farnir undir A-venjaraskeiðið, ið tekur umleið hálvt annað ár
– Tað er altíð ein ávísur spenningur í luftini, tá vit fara undir nýggj venjaraskeið, og hetta er einki undantak. Men tað er eisini hugaligt, at tað er so stórur áhugi fyri A-skeiðnum, og vit síggja fram ímóti eini spennandi tíð – bæði fyri okkum undirvísarar og ikki minst fyri luttakararnar.
Tað sigur undirvísingarsamskiparin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.
Fyrr í hesum mánaðinum fóru 16 venjarar undir nýtt A venjaraskeið. Skeiðið, sum er hægsta venjaraútbúgving innan føroyskan fótbólt, tekur umleið hálvt annað ár og gevur luttakarunum møguleikan at menna sínar førleikar á hægsta stigi.
A-venjaraskeiðið er skipað við bæði teori og praksis, har dentur millum annað verður lagdur á leikgreining, venjingarætlanir, leiðslu og samskifti. Luttakararnir koma úr ymiskum feløgum kring landið og hava longu royndir sum venjarar á ymsum stigum.
Endamálið við skeiðnum er at lyfta føroyska venjarastøðið og skapa betri karmar fyri menning av spælarum og feløgum. Luttakararnir fara ígjøgnum intensiva undirvísing, verkætlanir og praktiska venjing, og fáa stuðul frá royndum undirvísarum og mentorum.
Við hesum skeiði verður enn ein týðandi grundarsteinur lagdur í framtíðina hjá føroyskum fótbólti.



Myndir: Hans Erik Danielsen