Við fimm málum syrgdi Sara Benjaminsen fyri, at Skála sunnudagin vann ein sannførandi 7-0 sigur á 07 Vestur. B36 vann 3-1 á útivølli móti FC Hoyvík, og við Løkin vann NSÍ 2-1 á HB. Mikudagin møtast KÍ og Víkingur á Djúpumýru í Klaksvík


Sunnudagin vóru tríggir dystir í Betrideildini hjá kvinnum á skránni.

Klokkan 14 løgdu NSÍ og HB fyri við Løkin í Runavík. Úrslitið gjørdist ein tepur 2-1 sigur til verandi føroyameistararnar, sum vóru á odda 2-0 í hálvleikinum. Tá tólv minuttir vóru spældir legði Helga Mikkelsen heimaliðið á odda, og í 28. minutti økti Jonnhild á Sondum um leiðsluna.

Eitt lítið korter inn í seinna hálvleik svaraði HB aftur við máli sum Elin Maria Isaksen skoraði. Men nærri komu tær reyð-svørtu ikki, og so blivu øll stigini verðandi í Runavík.

Klokkan 15 byrjaði dysturin undir Mýruhjalla á Skála, har 07 Vestur var á vitjan. Og við eini stórspælandi Saru Benjaminsen á liðnum, vunnu tær appelsingulu ein sannførandi 7-0 sigur. Í hálvleikinum var heimaliðið á odda við fýra.

Sara Benjaminsen skoraði fimm mál, Andrea Poulsen eitt, meðan eitt var sjálvmál.

Triðji dysturin í hesum umfarinum var á Hoyvíksvøllinum, har FC Hoyvík tók ímóti B36. Tær hvítu gjørdu eisini sína skyldu sum oddalið í niðara bólkinum í endaspælinum – men tað var eftir tógvi stríð.

Í 3. minutti legði Olivia Kristiansen FC Hoyvík á odda, og leingi sá út til, at heimaliðið skuldi fara avstað við sigrinum. Men í allar seinastu minuttunum vendist alt á hødvið.

Tríggjar minuttir fyri leiklok javnaði Katrina Sjóvará, í 89. minutti legði Sigrið Hansdóttir B36 á odda 2-1, og í yvirtíðini slerdi Sigga Smæra Jónasdóttir Næs 3-1 sigurin fastan.

Fjórði dysturin í hesum umfarinum verður á Djúpumýru í Klaksvík mikudagin klokkan 19, har KÍ fær vitjan av Víkingi.

Stigatalvur og leikráir