Í døgunum 23. og 24. juni skipar FSF fyri einum minni fótbóltsskúla fyri U9, U11 og U13 í Havn. Á skránni vera ymiskar spælvenjingar og eisini aðrir aktivitetir, har dentur verður lagdur á at hava tað stuttligt


FSF fótbóltsskúlin 2025 er fyri bæði gentur og dreingir. Endamálið er at skipa fyri meira og øðrvísi fótbólti í summarferiuni, har prísurin ikki skal vera ein forðing fyri at luttaka. Luttøkugjaldið er 200 kr, og luttakarnir fáa eina t-shirt og frukt og okkurt drekkandi aftaná venjingina báðar dagarnar. 

FSF fótbóltsskúlin skal ikki samanberast við fótbóltsskúlarnar, sum feløgini skipa fyri kring landið, teir eru størri í vavi. Tá er talan um fleiri tímar hvønn dag, og tá fáa luttakarnir døgurða annan av døgunum og eisini bólt og t-shirt.

Trýst her fyri at melda til fótbóltsskúlan