EM 2025 // Mikudagin var annað umfar í bólki A á skránni. Í Klaksvík vann Eysturríki 9-0 á Føroyum, og á Tórsvølli var Holland við yvirlutan og vann 2-0 á Noregi


Eftir at øll londini í bólki A hava spælt tveir dystir, er Holland nú einsamalt á odda í bólkinum.

Í fyrsta umfari, sum var spælt sunnudagin, vann Holland 4-1 á Eysturríki, og mikudagin settu tær appelsingulu Noreg til viks. Úrslitið á Tórsvølli gjørdist 2-0 til Holland, eftir 0-0 í hálvleikinum.

Fyrr á degnum møttust Føroyar og Eysturríki á Djúpumýru í Klaksvík. Eysturríksku genturnar sótu á tí allar mesta, og vunnu 9-0, eftir at tær vóru á odda við fimm málum í steðginum.

Aftaná tvey umfør hevur Holland 6 stig, Noreg og Eysturríki hava 3 stig í part, meðan Føroyar eru aftast í bólkinum við ongum stigi.

Í morgin er annað umfar í bólki B á skránni. Klokkan 15 bresta Italia og Frankaríki saman á Tórsvølli, og klokkan 18 spæla Spania og Pólland á Djúpumýru.

Myndir: Hans Erik Danielsen og Jóhanna Thomsen

———

Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórsvøllur)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (á Djúpumýru)

Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Holland – Føroyar (Tórsvøllur)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (á Djúpumýru)

Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórsvøllur)
Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (á Djúpumýru)

Hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 14. mai, og finalan verður leygardagin 17. mai.

Stigatalvur og leikskrá (UEFA.com)