Bæði ítróttarliga og praktiskt er talan um eina sera stóra avbjóðing, tá EM-endaspælið fyri U17 landslið við gentum verður í Føroyum frá 4. til 17. mai. – Vónandi fáa okkarar spælarar eina góða uppliving og síggja hvussu langt tú kanst røkka, sigur Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari


Tað hevur eftirhondini merkt Fótbóltssamband Føroya í nøkur ár, at EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum í ár skal verða í Føroyum.

Praktiskt er talan eisini um eina so stóra uppgávu, at næstan øll umsitingin í FSF meir ella minni verður í undantaksstøðu í døgunum 4. til 17. mai.

Tá koma sjey av teimum bestu londunum í Evropa til Føroya at dystast um EM-steypið. Eitt EM-endaspæl er ein umfatandi kapping og UEFA leggur nógva orku í, at øll viðurskifti eru upp á pláss.

Upprunaliga skuldi kappingin verða í Føroyum í 2021, men orsaka av koronafarsóttini bleiv endaspælið útsett. Tað er tí ein nýggjur árgangur av føroyskum U17-gentum, sum sleppa at royna seg móti heimselituni.

– Hetta eru spælarar, sum vit um stutta tíð koma at síggja í teimum stóru feløgunum í Evropa, sigur Eyðvør Jakobsen, sum hevur fingið til uppgávu at stjórna U17-landsliðnum.

Dystirnir verða spældir á Tórsvølli og á Djúpumýru í Klaksvík, og liðini koma at venja á fleiri vøllum kring landið. Umhvørvið kring dystirnar kemur at líkjast tí, sum vit kenna aftur frá vanligum A-landsdystum hjá monnum, og tað kemur at merkjast í fleiri av føroysku kappingunum, sum mugu leggjast rundanum EM-endaspælið

At talan er um eina stóra og umfatandi fótbóltskapping – ja, allarhelst tann størsta higartil – sæst aftur á øllum brøgdum.

Eitt nú verða venjingarnar hjá besta mansliðnum hjá KÍ ávirkaðar, allir dystirnir í endaspælinum verða sjónvarpsframleiddir við stórari manning, og stór krøv vera sum heild sett til umstøðurnar.

Væntandi koma áleið 400 fólk, ið hava beinleiðis tilknýti til kappingini, til Føroya hesar dagarnar, og afturat teimum kann hugsast, at nakað av viðhaldsfólkum eisini leitar sær hendan vegin at hyggja eftir fótbólti.

Umframt Føroyar verða sjey lond við í kappingini, ið hava vunnið sær luttøku umvegis tvær undankappingar. Tey eru Spania, sum eru verandi evropameistarar, Holland, Noreg, Pólland, Eysturríki, Italia og Frankaríki.

Eina ferð í lívinum
Ítróttarliga verður hetta væntandi ein harður umgangur, men uttan iva eisini ein uppliving fyri lívið hjá spælarunum.

– Tað eru fáir føroyskir spælarar, sum sleppa at royna seg í einum EM-endaspælið. Eg vóni, at hetta verður ein góð uppliving fyri okkara gentur, og at tær síggja hvussu langt tær kunnu røkku við nógvari venjing og stórum dreymum, sigur Eyðvør.

Føroyar koma at møta liðum í heimselituni, har spælararnir eru væl trenaðir og væl skúlaðir. Í flestu førum er talan um spælarar, ið hava fótbóltin sum sína hægstu og kanska einastu raðfesting.

– Munurin er, at í Føroyum hava vit feløg, sum stríðast við at manna lið, meðan summar av hesum spæla við feløgum, sum hava fulltíðar setup kring síni gentulið. Tað sigur ikki alt, men tað fortelur eina søgu um, hvat vit eru uppi ímóti, sigur Eyðvør Jakobsen.

– Hetta er ein “once in a lifetime” møguleiki. Mín vón og mítt mál er, at vit gera alt tað vit kunnu og einki liggur eftir. Eg vóni eisini, at hetta kemur at vísa okkum, at vit kunnu seta krøv í gentufótbólti og at vit kunnu røkka longri, um vit leggja meira fyri í venjing, sigur føroyski landsliðsvenjarin at enda.

Sunnudagin 4. mai
Kl. 15:00 Eysturríki – Holland (Klaksvík)
Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórshavn)

Mánadagin 5. mai
Kl. 15:00 Spania – Frankaríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Pólland – Italia (Tórshavn)

Mikudagin 7. mai
Kl. 15:00 Føroyar – Eysturríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Holland – Noreg (Tórshavn)

Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórshavn)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (Klaksvík)

Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Holland – Føroyar (Tórshavn)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (Klaksvík)

Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórshavn)
Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (Klaksvík)

Mikudagin 14. mai
Kl. 12:00 Nr. 3 í bólki A – Nr. 3 í bólki B (Tórshavn / Play off til HM)
Kl. 15:00 Nr. 1 í bólki A – Nr. 2 í bólki B (Klaksvík / hálvfinala)
Kl. 18:00 Nr. 1 í bólki B – Nr. 2 í bólki A (Tórshavn / hálvfinala)

Leygardagin 17. mai
Kl. 18:00 FINALAN (Tórshavn)