Nú er greitt, hvussu liðini møtast í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 20. og 21. mai, meðan seinnu hálvfinalurnar verða 18. og 19. juni
Tað var spenningur fyri allar pengarnar, tá tær fýra fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vórðu spældar mánadagin, 2. páskadag. Og tá avtornaði vóru tað KÍ, AB, Víkingur og B68, ið spældu seg víðari.
Í Klaksvík sá leingi út til at B36 fóru at draga longra stráið, men í yvirtíðini javnaðu klaksvíkingar til 1-1, og so var neyðugt við umdysti og brotssparkskapping, sum KÍ at enda vann 4-3.
Í Hólmanum á Eiði hevði EB/Streymur vitjan av AB, og eins og í fyrsta umfari í steypakappingini, so eydnaðist tað argjamonnum enn einaferð at senda eitt lið úr fremstu deildini úr kappingini.
Tað var annars heimaliðið, ið kom væl betri frá byrjan, og tá eitt lítið korter var spælt var støðan 2-0 til EB/Streym. Men so vaknaðu argjamenn. Rógvi Skála minkaði til 2-1, Tóki Rasmussen javnaði til 2-2, og tá seks minuttir vóru eftir at spæla legði Fróði Rasmussen AB á odda 3-2, sum eisini bleiv úrslitið av dystinum.
Í Sarpurgerði í Norðragøtu gjørdist talan eisini um ein javnan dyst har Skála var á vitjan hjá Víkingi. Jørgen Nielsen legði teir ljósabláu á odda, men áðrenn hálvleik javnaði Martin Johansen fyri skálamenn. Í seinna hálvleiki var tað ein fyrrverandi skálamaður, Poul Kallsberg, ið avgjørdi dystin, sum Víkingur at enda vann 2-1.
Seinasta fjórðingsfinalan bleiv spæld Inni í Dal á Sandi millum B71 og B68. Toftamenn løgdu bragdliga fyri, og longu eftir hálvan tíma var støðan 4-0 til B68. Og tá dómarin, Jákup Øssurson Mohr floytaði av, høvdu Jákup á Borg og hansara menn vunnið 6-3.
Aftaná var lutakast í ítróttarhøllini á Sandi, og var tað B71 legendan og fyrrverandi løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, ið fekk heiðurin at draga. Lutakastið háttaði seg soleiðis, at í tí einu hálvfinaluni møtast KÍ og AB, og í hinari fer finaluplássið at standa ímíllum B68 og Víking.
Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 20. og 21. mai, og seinnu hálvfinalurnar verða 18. og 19. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli fríggjakvøldið 31. oktobur.
Fyrru hálvfinalurnar
20. ella 21. mai KÍ – AB
20. ella 21. mai B68 – Víkingur
Seinnu hálvfinalurnar
18. ella 19. juni AB – KÍ
18. ella 19. juni Víkingur – B68
Finalan
31. oktobur KÍ / AB – B68 / Víkingur