Við málleysum javnleiki móti Luksemborg og 2-1 sigri á meltasisku vertunum, gjørdust Føroyar nummar 2 í bólkinum, aftan fyri Bulgaria, í EM undankappingini, sum farnu dagarnar hevur verið á Malta
– Dreingirnir settu sær nøkur mál áðrenn kappingina, og tað eydnaðist at røkka teimum. Hesum kunnu teir vera ernir av – men menningin heldur fram, og væntandi koma vit at síggja nógv til hesar dreingirnar framyvir.
– Vit hava arbeitt nógv við at okkara spælarar skulu hava álit á egnum evnum, og hava dirvið til at hava bóltin. Hetta eydnaðist sum heild væl, og tað sást eisini aftur í dystunum – vit skapa fleiri góðar álopsstøður, og spæla okkum til fleiri stórar málmøguleikar í øllum dystunum.
Tað sigur Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping á Malta. Í fyrsta dystinum spældu Føroyar málleysan javnleik móti Luksemborg, og síðani taptu okkara dreingir tepurt móti Bulgaria – úrslitið bleiv 1-0.
Í síðsta dystinum vunnu Føroyar 2-1 á maltesisku vertunum. Málskjúttarnir vóru Páll Müller og Eyðtór Eyðsteinsson Joensen.
Bulgaria vann bólkin við 9 stigum, meðan Føroyar gjørdust nummar tvey við 4 stigum. Luksemborg fekk eisini 4 stig, men hevði verri málmun enn Føroyar, meðan Malta endaði aftast við ongum stigi.
– Hugburðurin hjá dreingjunum hevur verið framúr góður, og vit fáa tí eitt flott 2. pláss í kappingini. Í sjálvum dystunum arbeiða teir ótrúliga væl í verjustøðu, samstundis sum vit vístu dirvi í spælinum, tá vit høvdu bóltin. So samanumtikið eru vit væl nøgdir, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF.


