Revsing tá lið ikki møta til dyst og umsitingarligt óskil v.m.
Við heimild í § 12. stk. 1 og 2, § 27. stk. 2 og 3, § 28. stk. 4 og § 30 í Kappingarreglunum fyri Fótbólt, verður av Kappingarnevndini ásett:
Starvsnevndin hevur samtykt niðanfyristandandi revsing, tá lið ikki møta til dyst v.m., men Aðalskrivstovan kann tó gera av, at áseta linari revsing enn tær nevndu, um mett verður, at serligar umstøður gera seg galdandi:
Galdandi fyri meistaradeild menn
Lið, sum ikki møtir upp til ein dyst, verður koyrt úr kappingini og niður í 3. deild at leika komandi kappingarár.
Um sama felag hevur lið í 2. deild monnum, so verður tað liðið eisini koyrt úr kappingini, og flutt í 3. deild at leika komandi kappingarár.
Umframt hetta fær felagið eina bót á kr. 20.000 kr.
Um dysturin, sum liðið ikki møtti til, var á útivølli, fær heimaliðið ágóðan av helvtini av bótini.
Galdandi fyri meistaradeild kvinnur
Lið, sum ikki møtir upp til ein dyst, verður koyrt úr kappingini og niður í 1. deild at leika komandi kappingarár.
Umframt hetta fær felagið eina bót á kr. 20.000 kr.
Um dysturin, sum liðið ikki møtti til, var á útivølli, fær heimaliðið ágóðan av helvtini av bótini.
Galdandi fyri 1. deild menn
Lið, sum ikki møtir upp til dyst, fær í fyrsta umfarið -3 stig, umframt eina bót á kr. 10.000 kr.
Um dysturin, sum liðið ikki møtti til, var á útivølli, fær heimaliðið helvtina av bótini.
Lið, ikki møtir tvær ferðir upp til dyst, verður koyrt úr kappingini og niður í 3. deild at leika komandi kappingarár.
Umframt hetta fær felagið eina bót á kr. 20.000 kr..
Um dysturin, sum liðið ikki møtti til, var á útivølli, fær heimaliðið ágóðan av helvtini av bótini.
Galdandi fyri 2. deild menn
Lið, sum ikki møtir upp til dyst, fær í fyrsta umfarið -3 stig, umframt eina bót upp á 5.000 kr.
Um dysturin, sum liðið ikki møtti til, var á útivølli, fær heimaliðið ágóðan av helvtini av bótini.
Lið, ið ikki møtir tvær ferðir upp til dyst, verður koyrt úr kappingini og niður í 3. deild at leika komandi kappingarár.
Umframt hetta fær felagið eina bót upp á 10.000 kr.
Um dysturin, sum liðið ikki møtti til, var á útivølli, fær heimaliðið ágóðan av helvtini av bótini.
Galdandi fyri 3. deild menn og 1. deild kvinnur
Lið, sum ikki møtir upp til dyst, fær í fyrsta lagi – 3 stig, umframt eina bót á kr. 1.000,-.
Lið, ikki møtir tvær ferðir upp til dyst, verður koyrt úr kappingini, umframt eina bót á kr. 5.000,-.
Um dysturin, sum liðið ikki møtti til, var á útivølli, fær heimalið ágóðan av helvtini av bótini.
Galdandi fyri aðrar deildir
Lið, sum ikki møtir til dyst ella kapping í yngru deildunum, fær bót á kr. 500,00 hvørja ferð ikki verður møtt.
Rættur til heimavøll, tá lið ikki møtir til dyst
Umframt møguligan stigamiss og sekt, so er galdandi fyri allar vaksnamannadeildirnar og fyri dreingjadeildirnar U21, U17, U15 og fyri gentur U16, at liðið missur rætt til heimavøll í móti sama liðið, har ikki var møtt til dyst, um hesin ikki longu er leiktur. (Bert galdandi í inniverandi kappingarári.)
Heimadómari ikki møttur
Um ásettur dómari ikki møtir til dyst, er bótin kr. 1.000,00 til heimafelagið.
Ikki hildin tilmeldingarfreist – yngri deildir
Fyri feløg, sum ikki at halda tilmeldingarfreistina, er bótin kr. 1.000,00 fyri hvørt liðið.
Hetta er galdandi bæði fyri til- og frámelding av liðum.
Taka lið úr kappingini
Í vaksnamannadeildunum er sektin fyri at taka lið úr kappingini tann sama, sum fyri lið, sum verða koyrd úr kappingini vegna væntandi uppmøting.
Dómaraseðil/leikaralisti ikki innlatin
Galdandi fyri deildir har FSF setir dómarar
– ongin dystur skal byrjast, fyrr enn leikaralisti er innlatin
– um leikaralisti ikki er innlatin rættstundis er bótin kr. 3.000,-
– um óskil er á leikaralista er bótin kr. 3.000,-
Galdandi fyri deildir har heimafelag setur dómarar
Fyri ikki at lata dómaraseðil inn, er bótin kr. 300,00 til heimafelagið.
Um leikaralisti ikki er gjørdur í deildunum frá U13 og eldri, ella um óskil er á leikaralista, er bótin kr. 500,- til avvarandi felag
Samtykt av Kappingarnevndini tann 3. februar 2012, og broytt 24. februar 2025.