Liðskiparin hevur góðar vónir til UEFA Nations League dystirnar móti Moldova og Gibraltar, sum vera í morgin, fríggjadagin, og týsdagin


– Hetta verða tveir tættir dystir, men vit fara eftir sigrinum. Tað sigur liðskiparin, Ásla Johannesen millum annað í samrøðu við FSF Varpið.

Í morgin, fríggjadagin 4. apríl tekur føroyska kvinnulandsliðið ímóti Moldova á Tórsvølli. Dysturin byrjar klokkan 17:00.

Hópurin hevur verið savnaður síðani týsdagin, og nú verður seinasta hond løgd á fyrireikingarnar til fyrra dystin í hesum umfarinum. Týsdagin fáa føroysku kvinnurnar vitjan av Gibraltar.