Fyrrapartin var kastað lut um, hvussu bólkarnir skuldu síggja út í EM endaspælinum fyri U17 gentur, sum verður í Føroyum frá 4. til 17. mai. Føroyar komu í bólk A, saman við Hollandi, Eysturríki og Noregi


Varpið í Klaksvík var fyrrapartin karmur um lutakastið í sambandi við, hvussu londini í EM endaspælinum fyri U17 gentur, sum verður í Føroyum í mai mánað, skulu bólkast.

Tað var Rannvá Biskopstø Andreasen, sum frá 2004 til 2018 spældi 55 dystir og skoraði 27 mál fyri A-landsliðið hjá Føroyum, ið stóð fyri lutakastinum.

Føroyar komu í bólk A, saman við Hollandi, Eysturríki og Noregi. Londini í bólki B eru Spania, sum eru verandi evropameistarar fyri U17 landslið við gentum, Italia, Pólland og Frankaríki.

Sunnudagin 4. mai
Kl. 15:00 Eysturríki – Holland (á Djúpumýru)
Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórsvøllur)

Mánadagin 5. mai
Kl. 15:00 Pólland – Italia (Tórsvøllur)
Kl. 18:00 Spania – Frankaríki (á Djúpumýru)

Mikudagin 7. mai
Kl. 15:00 Holland – Noreg (Tórsvøllur)
Kl. 18:00 Føroyar – Eysturríki (á Djúpumýru)

Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórsvøllur)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (á Djúpumýru)

Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Holland – Føroyar (Tórsvøllur)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (á Djúpumýru)

Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórsvøllur)
Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (á Djúpumýru)

Hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 14. mai, og finalan verður leygardagin 17. mai.