Komandi vikuskifti fer føroyska U19-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Farum í Danmark. Umframt venjingar, eru tveir venjingardystir eisini á skránni
 – Hetta er ein kærkomin møguleiki hjá liðnum at venja saman og spæla venjingardystir. Umstøðurnar í Farum eru avbera góðar til eina slíka venjingarlegu, og vit rokna við, at bæði spælarar og lið fara at fáa nógv burtur úr hesum vikuskiftinum, sigur Eyðun Klakstein, ið saman við Oddbjørn Joensen stendur á odda fyri U19-landsliðnum við dreingjum.
Meðan U21-landsliðið fyrireikar seg til tveir undankappingardystir ímóti ávikavist Russlandi og Aserbadjan, og spælararnir á A-landsliðnum gera seg klárar at møta Ungarn, fer U19-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Farum í Danmark.
Umframt venjingar, skal føroyska liðið eisini spæla tveir venjingardystir – fríggjadagin ímóti Lyngdby, og sunnudagin ímóti FC Nordsjællandi.
Teir 18 spælararnir, ið venjararnir hava boðsent til venjingarleguna í Farum, eru hesir:
Rói Hentze, B36
 Rói Zachariassen, AB
 Ári Olsen, Skála
 Bjarni Petersen, B36
 Ólavur Niclasen, KÍ
 Petur í Túni Petersen, Víkingur
 Daniel Johansen, HB
 Jannik Olsen, NSÍ
 Svein K. Magnussen, FC Fredericia (DEN)
 Johan Waag Høgnesen, SønderjyskE (DEN)
 Janus Svabo Samuelsen, 07 Vestur
 Hjalti Djurhuus, HB
 Arnbjørn Svensson, Víkingur
 Pætur Petersen, B36
 Adrian Justinussen, HB
 Hannes Agnarsson, B36
 David Muller, AC Horsens (DEN)
 Niklas T. Kruse, EB/Streymur
Venjingarlegan í Farum er fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Montenegro í november.



