Atgongumerkjasølan til finaluna um Løgmanssteypið, sum í ár verður millum NSÍ og B36, letur upp hósdagin 6. juli klokkan 12:00 á heimasíðuni hjá FSF
Leygardagin 26. august klokkan 19:45 bresta NSÍ og B36 saman í finaluni um Løgmanssteypið. Talan verður uttan iva um ein spennandi dyst, og vónandi og væntandi fara fjeppararnir hjá feløgunum at møta mannsterk á Tórsvølli.
Atgongumerkjasølan til steypafinaluna, ið fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, letur upp hósdagin 6. juli klokkan 12:00. Kostnaðurin er 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn.
Steypafinalan hjá kvinnum, sum í ár verður millum HB og EBS/Skála, verður leygardagin 9. september klokkan 17:30.
Skráin fyri steypafinalurnar 2017
|
25. august |
Kl. 19:00 |
Th. Dam Intersport st. / Dreingir U18 |
NSÍ – HB |
|
26. august |
Kl. 13:00 |
Cadbury steypið / Dreingir U14 |
NSÍ – HB |
|
26. august |
Kl. 16:00 |
Blaðberasteypið / Dreingir U16 |
HB – KÍ |
|
26. august |
Kl. 19:45 |
Løgmanssteypið |
B36 – NSÍ |
|
8. september |
Kl. 19:00 |
Mótasteypið / Gentur U17 |
B68 – EB/Streymur |
|
9. september |
Kl. 14:30 |
Eilif Arge steypið / Gentur U14 |
07 Vestur – AB/B71 |
|
9. september |
Kl. 17:30 |
Steypafinalan, kvinnur |
HB – EBS/Skála |