Tað verður av álvara ein stór avbjóðing fyri føroysku kvinnurnar, tá Svøríki seinni í hesum mánaðinum vitjar á Tórsvølli í sambandi við HM-undankappingardyst ímóti Føroyum
 – Hetta er heimselitan innan kvinnufótbólt, ið vit fara at síggja á Tórsvølli seinni í hesum mánaðinum. Tað sigur Jón Pauli Olsen, venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum, ið hósdagin 19. juni skal spæla HM-undankappingardyst ímóti Svøríki.
Seinastu mongu árini hava sviar lagt stóran dent á kvinnufótbólt, og hetta sæst eisini aftur á úrslitunum, sum svensku liðini fáa í altjóða fótbólti. Í ár megnaði svenska liðið Tyresø at spæla seg í Champions League-finaluna fyri kvinnur, sum tær kortini taptu 4-3 ímóti týska stórfelagnum Wolfsburg.
Svenska kvinnulandsliðið hevur eisini klárað seg væl í HM-endaspølunum, sum hava verið spæld síðani 1991. Í 2003 gjørdist Svøríki nummar tvey, í 1991 og 2011 vunnu svensku kvinnurnar bronsu, og á seinasta styrkislistanum hjá FIFA eru sviar nummar fimm á listanum.
– Hetta verður uttan iva ein av størstu avbjóðingunum nakrantíð á heimavølli hjá einum føroyskum kvinnulandsliðið. Vit hava fyrstu venjingina leygardagin (14. juni), og síðani fara vit at fyrireika okkum so væl sum tilber, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari, sum ein av fyrstu døgunum fer at úttaka føroyska hópin.
HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Svøríki verður á Tórsvølli hósdagin 19. juni, kl. 18:00.
Tær 23, ið svenski landsliðsvenjarin, Pia Sundhage hevur úttikið, eru hesar:
 Hedvig Lindahl, Kristianstads DFF
 Malin Reuterwall, Umeå IK FF
 Carola Söberg, Tyresö FF
 Emma Berglund, Umeå IK FF
 Magdalena Ericsson, Linköpings FC
 Nilla Fischer, VfL Wolfsburg
 Amanda Ilestedt, FC Rosengård
 Lina Nilsson, FC Rosengård
 Linda Sembrant, Tyresö FF
 Sara Thunebro, Eskilstuna United DFF
 Emilia Appelqvist, Piteå IF
 Kosovare Asllani, Paris Saint-Germain FC
 Lisa Dahlkvist, Tyresö FF
 Malin Diaz, Tyresö FF
 Hanna Folkesson, Umeå IK FF
 Jenny Hjohlman, Umeå IK FF
 Sofia Jakobsson, BV Cloppenburg
 Emma Lundh, AIK FF
 Elin Rubensson, FC Rosengård
 Lotta Schelin, Olympique Lyonnais
 Olivia Schough, FC Bayern München
 Caroline Seger, Tyresö FF
 Therese Sjögran, LdB FC Malmö



