Komandi ár skal føroyska kvinnulandsliðið taka lut í 4-landakapping í Riga í Lettlandi. Mótstøðuliðini vera Estland, Lettland og Litava. Pætur Clementsen er settur sum venjari
Virksemið hjá A-landsliðnum við kvinnum, ið ikki hevur spælt dyst síðani apríl mánað, verður nú tikið upp aftur. Nýggjur venjari er settur, og um alt gongur eftir ætlan fer kvinnulandsliðið at taka lut í 4-landakapping í Riga í Lettlandi í august mánað komandi ár.

Talan er um árliga mini-kapping, ið baltisku londini, Estland, Lettland og Litava skipa fyri, og til komandi kapping eru Føroyar eisini bjóðaðar við.

– Fyrsta venjingin verður í februar, og síðani er ætlanin at hava regluligar venjingar alt árið, sigur Pætur Clementsen, sum, umframt at byrja í starvinum sum Tekniskur stjóri hjá FSF, eisini fer at virka sum venjari hjá kvinnulandsliðnum.

Tað vera kortini ikki bara kvinnurnar á A-landsliðnum, ið skulu til kapping í Lettlandi. Sama kapping verður eisini fyri U15-landslið við gentum, og har vera Føroyar eisini umboðaðar.