Fótbóltssamband Føroya hevur játtað 900.000 krónur til nýggjan vøll á Hólmanum á Eiði
Tíggju umsóknir vóru komnar frá feløgum og kommunum um stuðul úr Hattrick-grunninum í 2012. Umsóknirnar eru viðgjørdar í nevnd av serkønum, sum síðani hava latið starvsnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya tilmælið.
Á fundi 28. mars viðgjørdi starvsnevndin umsóknirnar, og tá varð avgjørt at stuðla hesum verkætlanum:
Víkingur – Eysturkommuna | Graslíki á vøllin í Norðragøtu | 600.000 kr. |
Víkingur – Eysturkommuna | Grasliki á vøllin í Leirvík | 250.000 kr. |
EB/Streymur – Eiðis Kommuna | Fótbóltsvøll á Hólmanum á Eiði | 300.000 kr. |
FC Hoyvík | Ábøtur á felagshúsið | 24.250 kr. |
EB/Streymur og Eiðis Kommuna hava frammanundan fingið 600.000 kr. játtaðar til at skifta graslíkið á vøllinum á Mølini. Hendan játtan verður flutt í nýggju verkætlanina.
Ikki allar umsóknirnar frá feløgunum vóru endaliga avgreiddar á hesum starvsnevndarfundi. Næsti fundur verður 30. apríl.
Landsdystir á Tórsvølli í oktober
Á fundinum varð eisini avgjørt, hvar heimadystirnir í 2012 hjá A- og U21-landsliðunum skulu spælast.
Í 2012 spælir A-landsliðið hjá monnum tveir dystir á heimavølli. 12. oktober móti Svøríki og 16. oktober móti Írlandi. Báðir dystirnir verða spældir á Tórsvølli, kl. 19:00.
Prísurin á atgongumerkjum verður 100 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn.
U21-landsdystur í Klaksvík
Í vetur fekk nýggi vøllurin í Klaksvík FIFA 2 Star-góðkenning. Sostatt líkur grasið krøvini til altjóða dystir. Fótbóltssamband Føroya hevur tí avgjørt, at U21-landsdysturin móti Danmark tann 15. august, verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík. Hetta er tó treytað av, at kringumstøðurnar verða góðkendar av UEFA. Í hesum sambandi koma eygleiðarar frá UEFA til Føroyar seinni í apríl mánaða at sýna leikvøllin í Klaksvík.
Umframt dystin móti Danmark í august, spælir U21-landsliðið tveir heimadystir í juni mánað. Tann 1. juni kemur Makedonia á vitjan, og 5. juni koma serbar til Føroyar. Í báðum føri verður spælt á Ovara Vølli í Gundadali. Atgongumerki til dystirnar móti Makedonia og Serbia fara at kosta 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.