Í januar mánaða hevur FSF skipað fyri trimum B1-venjaraskeiðum, sum hava verið hildin í Havn, á Skála og í Trongisvági. Undirtøkan hevur verið góð, tilsamans 61 luttakarar hava gjøgnumført skeiðið
Undirtøkan var góð, tá Fótbóltssamband Føroya trý vikuskiftir á rað í januar mánaða skipaði fyri B1-venjaraskeiðum í Havn, á Skála og í Trongisvági.

Fyrsta skeiðið varð hildið í Havn frá 16. til 18. januar, og har vóru 23 luttakarar, ið gjøgnumførdu skeiðið. Vikuna aftaná var B1-venjaraskeið hildið á Skála, har 24 luttakarar gjøgnumførdu, og seinasta vikuskifti í januar varð skeiðið fyriskipað í Trongisvági, har 13 luttakarar gjøgnumførdu.

– Hugaligt, at so nógv, og serliga uttanfyri Havnina, hava tikið lut í B1-venjaraskeiðunum í ár. Hesi kunnu nú fara víðari í venjara-systeminum, og vónandi fara taka tey so nógv venjaraskeið sum tilber. Tað er ein av fyritreytunum til at menna okkara barna- og ungdómsfótbólt við útbúnum venjarum, sigur Petur Simonsen, tekniskur stjóri hjá FSF.

Næst á skránni er B2-venjaraskeiðið, ið varðar í 50 tímar, og verður hildið í Havn vikuskiftini 6. til 8. februar og 13. til 15. februar. Til B2-skeiðið hava umleið 30 luttakarar boðað frá luttøku.

Myndir: Petur Simonsen