Barnagarðsbørn úr øllum landinum hugnaðu sær óført, tá FSF týsdagin 22. mai skipaði fyri tiltakinum “Fótbóltur fyri øll”
Niðari vøllur í Gundadali var karmur um tiltakið "Fótbóltur fyri øll", sum Fótbóltssamband Føroya skipaði fyri týsdagin 22. mai.
Upprunaliga skuldi tiltakið verði eina viku framman undan, men vegna keðiligt veður, bleiv tiltakið útsett. Tað skuldi vísa seg at verða ein skilagóð avgerð.
Veðrið var nevniliga av tí allarbesta, tá 560 børn, frá 35 dagstovnum kring alt landið, saman við nærum 120 leiðarum, komu í Gundadal týsdagin.
Høvuðsfyriskipari fyri tiltakinum var tekniski stjórin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Petur Simonsen, sum afturat sær hevði 35 næmingar úr Hoydølum, og týggju lesandi frá Læraraskúlanum, at hjálpa til. Og sum heild eydnaðist tiltakið sera væl.
Børnini møttu kl 10.30, og fyrst á skránni vóru ymisk spøl. Síðani var ein lítil steðgur, har børnini fingu frugt og sunnkist, áðrenn byrjað varð upp á seinna hálvu, tá børnini sluppu at spæla fótbólt í ein knappan tíma.
Klokkan 13:00 var liðugt, og áðrenn børnini fóru heim, fingu dagstovnarnir tríggjar bóltar í part heim við.
Myndir frá tiltakinum "Fótbóltur fyri øll", kunnu síggjast í Myndasavninum.